Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

App hjálpir teimum sum stúra fyri próvtøkum

Ein donsk app er ment, sum kann vera ein hjálp hjá teimum, sum eru ring av próvtøkuangist

Tú hevur óivað roynt tað, tá tú skalt upp í roynd ella próvtøku ella til starvssamrøðu. Tú hevur ilt við at sovna kvøldið fyri, og á degnum, tá ið tú skalt upp, eru lógvarnir vátir, og hjartað dukar títtari enn vanligt. Tú hevur kanska ilt í búkinum og mást á vesið oftari enn vanligt, áðrenn tú fert heimanífrá.

Nógv líða av próvtøkuangist, og um skamma stund stendur tann tíðin fyri durunum, har ungfólk í hópatali skulu vísa lærarum og próvtøkudómarum, hvat tey hava lært farna skúlaárið.

Men nú er hjálp at heinta, um ein hevur próvtøkuangist.

Mindhelper, sum fimm regiónir í Danmark reka, hevur framleitt appina Ro, ið hjálpir tær við alt frá trupulleikum í gerandisdegnum til harðar tíðir.

Appin er ókeypis og hevur ikki bert venjingar, sum hava til endamáls at basa próvtøkuangist. Hon kann eisini vera ein hjálp móti strongd og stúranum.

Appin kann takast niður her.

Kelda: Skúlablaðið ogdr.dk