Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bilførarar duga enn illa at brúka rundkoyringina við Gerðisveg í Saltangará

Fyrst í apríl vórðu sjey bilførarar tiknir fyri ikki at koyra eftir forskriftunum, og í gjár blivu tveir bilførarar tiknir

Fyri gott og væl einum mánað síðan heittu fólk á løgregluna um at koma og halda eyga við rundkoyringina við Gerðisveg í Saltangará, og í gjár var løgreglan aftur ein túr í Saltangará fyri at fylgja við, um fólk nú dugdu at brúka rundkoyringina.

Í tveimum førum dugdu bilførarar ikki at brúka rundkoyringina eftir forskriftunum, men snaraðu heldur beinleiðis til vinstru, enn at koyra allanvegin runt, fyri at koyra niðaneftir Leitisbrekku.

Báðir bilførararnir fáa eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót.