Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brandur gevur avboð til landsliðið

– Kroppurin hevur brúk fyri einum lítlum steðgi, sigur hann

– Eg eri ikki skaddur, og havi tað sum heild gott. Men sæð í ljósinum av, at eg havi havt tveir álvarsamar knæskaðar, sum hava verið drúgvir at komið ígjøgnum, so merki eg at kroppurin hevur brúk fyri einum lítlum steðgi. Tað er einfalda orsøkin til, at eg havi givið avboð til landsliðið hesaferð.

Tað sigur Brandur Hendriksson Olsen við heimasíðuna hjá FSF, sum hevur givið avboð til landsdystirnar í Baltic Cup, sum eru á skránni fyrst í juni mánað.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Aroni Jarnskor Ellingsgaard úr Víkingi. Aron hevur ikki verið partur av A-landsliðnum áður, men er skrásettur fyri fýra U21-landsdystir, so nú vóru trý nýggj andlit at síggja á landsliðnum hesa ferð.

FSF skrivar, at fsøroyski landsliðshópurin samlast týsdagin til venjing á Svangaskarði, og mikumorgunin verður kósin sett móti Estlandi. Fyrri dysturin í Baltic Cup verður í Tallinn í Estlandi leygardagin 8. juni, og týsdagin 11. juni skulu Føroyar spæla ímóti annaðhvørt Lettlandi ella Litava.

Hópurin sær soleiðis út:
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, HB Tórshavn
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndal IF (Noreg)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)