Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lítil eldur á Vaðhorn

Tað gekk skjótt at sløkkja eldin á fiskavirkinum á Strondum

Fyrrapartin í gjár hoyrdust og sóust nógvar sirenur á vestara armi á Skálafjørðinum, sum koyrdu til fiskavirkið Vaðhorn á Strondum – ella á Hulki, sum økið har eitur.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur í morgun, at ein lítil eldur var komin í eina slangu á einari gassfløsku.

Tað gekk skjótt at sløkkja eldin, og eingin stórvegis skaði stóðst av eldinum. Løgreglan veit ikki, hví eldur kom í slanguna.