Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjúrður Olsen og Sólbjørn Thomsen vóru bersøgnir um døming í Fótbóltsskýlinum

Sigurjón Einarsson hevði í dag sendingina Fótbóltsskýlið beinleiðis frá handverkaramessuna hjá Bygma Balslev í Hoyvík. Teir sum mannaðu panelið í dag vóru Sjúrður Olsen, íðin AB-viðhaldsmaður og Sólbjørn Thomsen, íðin HB-viðhaldsmaður. Umframt at meta um 11. umfar í Betrideildini, seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið, EM-undankappingardystin millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Andorra og Champions League finaluna millum Real Madrid og Borussia Dortmund, so vóru Sjúrður og Sólbjørn rættiliga bersøgnir um døming. Sólbjørn fanst at reyða kortinum Eivind R. Mouritsen hjá HB fekk í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið móti Víkingi, og Sjúrður helt fyri, at AB fekk ov nógvir avgerandi dømingar ímóti sær farna kappingarár í Betrideildini.

Mynd: Óli G. Samuelsen.