Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis á FM1 sunnudagin: Klokkan 15.15 KÍ-Víkingur og klokkan 17 NSÍ-HB

Sunnudagin sigur FM1 frá tveimum dystum millum fýra tey fremstu liðini í Betrideildini hjá monnum. Klokkan 15.15 byrjar dysturin við Djúpumýru í Klaksvík millum nummar trý, KÍ og nummar eitt, Víking, og klokkan 17 byrjar dysturin við Løkin í Runavík millum NSÍ og HB. Rúni á Reynatrøð sigur frá dystinum í Klaksvík. Regin Sivertsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Sigurjón Einarsson sigur frá dystinum í Runavík. Trygvi Mortensen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Bogi Simonsen verður heimildarmaður til dystin á ovara vølli í Gundadali millum B36 og 07 Vestur, ið byrjar klokkan 15.