Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Real Madrid er favorittur at vinna Champions League

Sambært veddingarfyritøkunum er lítil ivi um, at Real Madrid er favorittur at vinna kappingina. Tað kann tó hugsast at týska mótstøðuliðið ger ein vørr, tí Dortmund hevur í ár tikið fótbóltsheimin á bóli, við at vinna seg í Champions League-finaluna

Í kvøld verður ársins finala í størstu evropeisku fótbóltskappingini, Champions League, leikt. Í finaluni hittast spanska stórfelagið Real Madrid og týska stórfelagið Dortmund.

Sambært veddingarfyritøkunum er lítil ivi um, at Real Madrid er favorittur at vinna kappingina. Tað kann tó hugsast at týska mótstøðuliðið ger ein vørr, tí Dortmund hevur í ár tikið fótbóltsheimin á bóli, við at vinna seg í Champions League-finaluna.

Tað kom óvart á flest allar fótbóltsfjepparar, at Dortmund endaði í finaluni. Men við óvæntaðum sigrum á eitt nú Atletico Madrid og Paris Saint-Germain, í ávikavist fjórðings- og hálvfinaluni, gav felagið fótbóltsheiminum ein hvøkk. Týska felagið vann seinast kappingina í 1997 og hevur ikki verið í finaluni síðan 2013.

Samanborið við Dortmund, so er tað ikki óvæntað at Real Madrid er í ársins Champions League-finalu. Spanska stórfelagið hevur vunnið kappingina onki minni enn 14 ferðir – seinast í 2022. Á veg til finaluna hevur Real Madrid við smalum og dramatiskum sigrum, vunnið á fleiri av teimum heilt stóru evropeisku feløgunum, millum annað á Manchester City í fjórðingsfinaluni og á Bayern Munchen í hálvfinaluni.

Kroos og Reus takka fyri seg

Hjá báðum liðum er eisini talan um ein sorgblíðan dag, tí bæði liðini siga farvæl við hvør sín lyklaleikara.

34 ára gamli Toni Kroos hevur avgjørt at leggja gaggurnar á hillina, tá hetta kappingarárið er av. Sostatt er finalan í kvøld seinasti dysturin hjá týska miðvallaranum í Real Madrid-búnanum. Kroos skifti til Real Madrid í 2014, har hann hevur vunnið alt, ið vinnast kann. Kroos verður tó at síggja fyri týska landsliðið til EM-endaspælið, sum byrjar í næstum.

Les eisini...  Árni Frederiksberg: - Vit liva í einari bobblu fyri tíðina

Landsmaðurin hjá Kroos, Marco Reus, hevur eisini boðað frá, at hann gevst í Dortmund eftir hetta kappingarárið. Reus hevur verið í ungdómsdeildunum hjá Dortmund síðan hann var smádrongur. Samanlagt hevur hann verið í felagnum í 21 ár. Í hesum tíðarskeiðnum hevur hann vunnið týsku steypakappingina tvær ferðir.

Finalan millum Real Madrid og Dortmund verður bríkslað í gongd klokkan 20 í kvøld.