Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Árni Frederiksberg: Vit áttu brotsspark og Víkingur reytt kort í fyrra hálvleiki – Arnbjørn Svensson: Hetta var ein arbeiðssigur –

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjarin, Regin Sivertsen siga frá báðum málunum Víkingur skoraði í 2-0 sigrinum á KÍ við Djúpumýru í Klaksvík. Hoyr Regin taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við Árna Frederiksberg hjá KÍ, og við seinna málskjúttan hjá Víkingi, Arnbjørn Svensson. Árni staðfestir, at KÍ má hyggja inneftir og teirra avrik var ikki nóg gott. Men Árni heldur avgjørt, at KÍ átti brotsspark, og Víkingur átti reytt kort í fyrra hálvleiki. Arnbjørn heldur, at Víkingur stóð væl á vøllinum í dag, og hann fegnast um ein góðan arbeiðssigur hjá Víkingi.

Mynd av Arnbirni: Rúni á Reynatrøð.