Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klæmint: Eitt stórt vónbrot at tað glapp móti dystarenda

Hoyr frásøgumannin, Sigurjón Einarsson og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá fýra av teimum fimm málunum, ið vóru skotin í dystinum NSÍ-HB 2-3 (0-1). Hoyr Trygva taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Sigurjón gjørdi við Klæmint A. Olsen hjá NSÍ og høvuðsvenjaran hjá HB, Adolfo Sormani. Klæmint staðfesti, at tað var eitt stórt vónbrot at venda 0-2 til 2-2 fyri síðani at missa alt móti dystarenda. Adolfo Sormani var fegin um sigurin, og eisini fegin um, at hansara menn megnaðu at svara aftur tá NSÍ skelkaði HB við tveimum skjótum málum. Hinvegin var hann ikki nøgdur við, at NSÍ kundi skjóta tvey mál innanfyri ein minutt.