Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Teitur spældi dyst nummar 400 fyri HB í dag

Tað var ein serligur dagur fyri landsliðsmálverjan hjá HB, Teitur Matras Gestsson, tá HB vann 3-2 á NSÍ við Løkin í Runavík í dag. Talan var um dyst nummar 400 hjá Teiti fyri besta liðið hjá HB. Teitur spældi sítt fyrsta kappingarár í HB afturi í 2011, og hevur hann verið fastur fúsur at verja málið hjá HB 14 kappingarár á rað. Teitur sum fyllir 32 ár 19. august hevur spælt 23 A-landsdystir.

Keldur: Faroesoccer og HB

Myndir: HB og Sigurjón Einarsson, FM1.