Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdi inn í tunnil hóast reytt ljós

Hetta var við tunnilsmunnan til tunnilin Norður um Fjall

Í gjár kannaði løgreglan ferðsluna norðanfyri, millum annað við tunnilin Norður um Fjall, har stórt tunnilsarbeiði hevur verið í gongd leingi, fyri at vita, um bilførarar virdu ferðsluljósini har.

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra um reytt ljós, og tað fær viðkomandi eitt klipp í koyrikortið fyri, umframt eina bót.

Annars hevur tað bara verið smáttaríir seinasta døgnið. Onkur var í so illur í sær, har løgreglan fór út at sissa fólk, men annars einki at skriva heim um.