Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 skal hava nýggjan høvuðsvenjara

Dan Brimsvík og B36 hava avrátt at steðga samstarvinum...

Dan Brimsvík og B36 hava avrátt at steðga samstarvinum. Báðir partar ásanna, at hetta er neyðugt stig at taka fyri at venda laku úrtøkuni hjá besta mansliðnum seinastu vikurnar.

Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, sigur, at soltnu úrslitini kunnu ikki bara lastast høvuðsvenjaranum.

Tað eru fleiri og samansettar orsøkir til, at tað ikki hevur riggað so væl á vøllinum, men støðan krevur, at vit mugu blanda kortini av nýggjum, sigur hon.

Dan Brimsvík tók við sum høvuðsvenjari í barndómsfelagnum í november 2020. Hann kom upprunaliga heim at vera høvuðsungdómsvenjari, men brádliga vóru boð eftir honum á besta liðnum í úrtíð, og hann var fúsur at taka við avbjóðingini.

Størstu einstøku løturnar við honum sum ábyrgdarmanni vóru serliga steypasigurin í 2021 og drúgvu evropaævintýrini í fjør og fyrraárið.

– Dan hevur við framskygdum arbeiði sum heild flutt felagið í eina sunna legu, og hann eigur sín stóra lut í, at útlitini fyri framtíðina eru spennandi. Tíverri hilnaðist ikki, sum vit vildu við besta mansliðnum, og tað er í sátt og semju, at vit eru komin til hesa niðurstøðuna, sigur hon.

Dan Brimsvík takkar eisini felagnum fyri tíðina.

– Tað hevur verið ein stórur heiður at staðið á odda fyri barndómsfelagnum, og eg ynski felagnum alt tað besta frameftir, sigur hann.

Ein av komandi døgunum verður nýggjur høvuðsvenjari kunngjørdur, sum skal standa á odda fyri liðnum komandi tíðina. B36 hevur framvegis nógv at spæla fyri í ár. Liðið er við í kappingini um evropeisku plássini, um tvær vikur kunnu teir vinna seg í steypafinaluna, og í juli eru dystir í Conference League á skránni.