Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Børn fáa nú hjálp eftir skilnað millum foreldur

Ætlanin er, at tilboðið skal bjóðast kring alt landið, so børn, ið uppliva skilnað millum foreldur, hava møguleika at tosa saman um møguligar avbjóðingar. Børn og ung hava brúk fyri at vita, at tey eru ikki einsamøll, um tey stríðast í gerandisdegnum ella við kenslur

– Frameftir fara vit at kunna bjóða øllum børnum, har foreldur eru farin hvør til sítt, holla hjálp gjøgnum samrøðubólkar á skúlanum.

Tað sigur sigur Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í barna og útbúgvingarmálum, ið eisini fegnast um, at MEA – Húsið fyri familjumenning, hevur tikið stig til at bjóða hesa útbúgvingina í Føroyum.

Í farnu viku hava lærarar og heilsufrøðingar í felag tikið útbúgving, ið skal geva teimum vitan og førleikar at hava samrøðubólkar fyri børnum, hvørs foreldur ikki liva saman. 

Ætlanin er, at tilboðið skal bjóðast kring alt landið, so børn, ið uppliva skilnað millum foreldur, hava møguleika at tosa saman um møguligar avbjóðingar.

– Børn og ung hava brúk fyri at vita, at tey eru ikki einsamøll, um tey stríðast í gerandisdegnum ella við kenslur. Tá ið foreldur fara hvør til sítt, kann tað gera børnini ótrygg ella kensluna av at vera einsamøll. Royndir vísa, at børn og ung hava stóra gleði av at luta teirra tankar og kenslur við javngomul, ið eru í somu støðu sum tey sjálvi, sigur landsstýrismaðurin.

Fakligi stjórin í Gigni, Sólrun Foldbo, heldur, at tey síggja ein tørv á hesum tilboði, tí tað eru fleiri, sum uppliva skilnað millum foreldur, og tann tíðin kann vera trupul fyri nøkur børn.

– Vit eru sera glað fyri, at vit taka hesa útbúgving saman við lærarunum, og at útbúgvingin kann takast í Føroyum. Eg eri sannførd um, at samrøðubólkarnir verða ein hjálp til fleiri børn, og eisini kunnu vera við til at stimbra trivnaðin hjá børnum og familjum teirra, sigur hon.

Les eisini...  Myndir: Home & Away hátíðarheldur sending nr. 100

Jónleif Johannesen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, vísir á, at lærarar eru saman við børnum alt árið, og síggja eisini sera væl hvussu børn trívast.

– Av royndum vita vit eisini, at um trivnaðurin hjá børnunum ikki er góður, so kunnu avbjóðingar eisini vera við innlæringini. Tí hava vit í Undirvísingarstýrinum raðfest hesa útbúgvingina saman við Gigni, so vit í felag kunnu veita hjálp úti á skúlunum kring landið, sigur Jónleif.

Vígdis Skorheim, stjóri í MEA – Húsið fyri familjumenning, sigur, at nýggju barnabólkaleiðararnir kunnu verða við til at skapa eitt rúm, har børn og ung kunnu tosa um teirra kenslur, tankar og upplivingar, sum eru knýttar at skilnaðinum millum foreldur teirra. Hetta kunnu tey gera saman við øðrum børnum, sum fara gjøgnum somu avbjóðingar.

26 lærarar og heilsufrøðingar hava tikið útbúgving seinastu dagarnar.

Kelda: Barna- og útbúgvingarmálaráðið