Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gongdin heldur fram: Vit keypa færri nýggj akfør

143 færri nýggj akfør eru skrásett í mai í ár í mun til mai í fjør, men higartil í ár hava vit innflutt fleiri brúkt akfør í mun til mai í 2023

Tendensurin, sum hevur verið higartil í ár, at vit keypa færri nýggjar persónbilar heldur fram, og higartil í ár eru fleiri brúkt akfør skrásett í Føroyum.

Tað sæst aftur í nýggjastu hagtølunum frá Akstovuni, nú mai er uppgjørdur.

Verður hugt eftir, hvussu nógvir nýggir persónbilar eru skrásettir higartil í ár, sum er frá januar til mai, so eru 618 nýggir persónbilar skrásettir í ár – í mun til 794 sama tíðarskeið í fjør, og tað er ein afturgongd upp á 176 persónbilar.

Verður hugt eftir mai mánað, so eru 119 nýggir persónbilar skrásettir í ár – í mun til 262 persónbilar í mai í 2023.

Innflyta fleiri brúkt akfør
Hóast talið av innfluttum brúktum persónbilum fyri í mai er lágt, tveir persónbilar, so vísir samlaða myndin fyri í ár, at vit keypa alsamt fleiri brúktar persónbilar – í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Tí verður hugt eftir samlaða innflutninginum av brúktum persónbilum higartil í ár, so hevur Akstovan skrásett 121 brúktar persónbilar í ár – í mun til 21 brúktar persónbilar í fjør, og tað er ein vøkstur upp á 100 bilar.

Eisini sæst, at fleiri brúktir vøruvognar verða skrásettir hjá Akstovuni, tí higartil í ár eru 18 vøruvognar skrásettir, og tað talið var átta sama tíðarskeið í fjør.

Higartil í ár eru 96 nýggir vøruvognar komnir til landið, meðan hetta talið var 113 sama tíðarskeið í 2023.

Nýggju hagtølini hjá Akstovuni kunnu lesast her.