Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Havnin verður avbyrgd sunnudagin

Hetta er ikki vegna verkfallið, men heldur er tað árliga maratonkappingin, Tórshavnar Marathon, sum verður atvoldin til, at tað verður torført at flyta seg við bili

Enn eru arbeiðarafeløgini í verkfalli, men tað fer ikki at ávirka Tórshavnar Marathon, sum verður á skránni um vikuskifti.

Tó fer maratonkappingin at ávirka ferðsluna – um fólk enn hava nóg mikið av brennievni ella ikki hava elbil – í høvuðsstaðnum, bæði áðrenn, undir og eftir kappingina, tí sunnudagin 9. juni eru fleiri vegir og tunlar stongdir í sambandi við Tórshavnar Marathon. 

– Ferðsluavmarkingar sunnudagin 9. juni í sambandi við maratonrenning. Gevið gætur, at Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin eru stongdir frá klokkan 13 til 18, og at eingin bilur sleppur við Ternuni til Nólsoyar klokkan 16.20. Fólk sum skulu við tyrluni, mugu seta bilin uppi við Óðinshædd, skrivar Tórshavnar kommuna.

Á kortunum niðanfyri sært tú, nær vegirnir eru stongdir.