Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stuttleikir verða leygardagin

Aftur í ár eru tey ungu í Hvirluni klár við vælumtóktu Stuttleikum

– Leikirnir eru á hvørjum ári væl vitjaðir av ídnum og spentum børnum. Hetta eru leikirnir, har børnini sleppa at royna seg á 60 metrar teininum, bóltkasti og longdarlopi, skrivar Hvirlan.

Samstundis, sum børnini læra seg at hugsavna seg um egin úrslit, við tað, at tey skriva úrslitini hjá sær niður á skreytblað, ið tey fáa útflýggja á staðnum og sum tey kunna taka við til næstu Stuttleikir fyri at samanbera úrslitini, so sleppa tey at hava tað stuttligt og knýta saman vinabond.

– Í Hvirluni vita vit, at íðkarar, ið hugsavna seg um egna menning, heldur enn at kappast ímóti øðrum, í longdini mennast betri og skapa sær betri úrslit. Hetta er nakað av tí, sum Hvirlan vil og stendur fyri; at okkara íðkarar mennast í einum mennandi og stimbrandi umhvørvi og hava tað stuttligt saman. Eitt felag, har øll skulu føla seg vælkomnan, skrivar Hvirlan.

Stuttleikir eru fyri øll børn í landinum. Leikirnir verða hildnir á Tórsbreyt, leygardagin 8. Juni, frá klokkan 13 – 15. Allir luttakarir fáa sín egna skreytblað, og tey, ið gjøgnumføra, fáa heiðursmerki.

Tilmelding á www.atgongurmerki.fo ella á staðnum við at gjalda 100 krónur í reiðum peningi ella við flyting.