Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvær broytingar á liðnum

Signe Pries Andersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur gjørt tvær broytingar undan dystinum móti Grikkalandi, samanborið við tær fyrstu ellivu, ið byrjaðu fríggjadagin móti Andorra

Klokkan 16:45 í dag fer føroyska kvinnulandsliðið aftur á vøllin. Hesaferð er tað Grikkaland, ið stendur á mótstøðuhálvuni á Tórsvølli.

Undan dystinum hevur landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen gjørt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til tær fyrstu ellivu, ið vórður sendar á vøllin frá byrjan farna fríggjadag, tá Føroyar vunnu 4-0 á Andorra.

Hesa ferð fær Eyðgerð Mikkelsen møguleikan í málinum, og verjuna manna Tórunn Joensen, Birita Ryan og Sara Samson Lamhauge. Á miðvøllinum vera Ásla Johannesen, ið eisini er liðskipari, Rúna Jacobsen, Sunniva Willemoes og Jensa Tórolvsdóttir. Framrættaðir miðvallarar vera Eyðvør Klakstein og Durita Hummeland, og í álopinum verður Heidi Sevdal.

Á bonkinum sita Valborg Østerø, Rebekka Benbakoura, Julia Naomi Mortensen, Tóra Mohr, Lea Lisberg, Sanna Svarvadal, Mona Rasmusdóttir, Petra Hoydal, Fridrikka Clementsen.

Til dystin í dag verður ókeypis atgongd fyri børn, 14 ár og yngri. Atgongumerki til vaksin, sum er 95 krónur, fáast til keyps í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, ella á atgongumerki.fo.

FSF bjóðar undir dystinum ókeypis kaffi og køku til allar áskoðararnar.

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF