Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ungir dreingir royndu at stjala bensin

Løgreglan sigur, at allarhelst manglaðu nakrir av hesum dreingjum brennievni til sín skutara

15-20 ungir dreingir undir 18 ár vóru úti í Havnini í nátt, sum løgreglan heldur vera rættiliga óvanligt fyri eina nátt fyrst í vikuni, har teir millum annað royndu at stjala bensin úr bilum.

Teir høvdu onkrar dunkar uppi á sær og høvdu tikið eitt sindur av bensini úr onkrum bili, ið allarhelst skuldi brúkast til at fylla onkran skutara.

Løgreglan sigur, at hon hevur prátað við nakrar av dreingjunum, men skulu eisini tosa við onkur foreldur í dag um hetta.

Í gjár fyrrapartin var løgreglan úti og tók ferð í Norðragøtu, har tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu millum 107, 109 og 113 kilometrar um tíman.

Fólk sóu eina grind í Hvannasundi í gjár, men har hevur júst verið grind, so hildið var, at tað ikki var ráðiligt at halda hana til.

Í Vestmanna hildu tey seg eisini hava sæð eina grind, men tað vísti seg at vera tríggir stórhvalir, sum dusaðu sær.

Handilsstuldur var í Havn í gjár, har ein maður hevði stolið einar oyrabúffar, men løgreglan sigur seg vita, hvør maðurin er, so tað málið koyrir sína gongd.

Í Klaksvík varð ein bilførari tikin fyri at koyra móti ferðsluni, og aftur í gjár vóru tað nakrir bilførarar tiknir fyri at koyra um reytt við tunnilsmunnan Norður um Fjall.

So var eitt lítið ferðsluóhapp í Havn, har ein bilur legði út fyri ein annan, og tað málið koyrir eisini sína gongd.