Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 og Víkingur kunnu møta hesum liðum í Conference League

Havnarliðið er undanskipað, meðan Víkingur ikki er undanskipað í fyrsta umfari í Conference League. Her er eitt yvirlit yvir, hvørji lið B36 og Víkingur kunnu møta

Nú er greitt hvørji lið B36 og Víkingur kunnu møta í fyrsta umfari í Conference League.

B36 er undanskipað (Seeded, enska heitið), meðan Víkingur ikki er undanskipað (Unseeded, enska heitið) í fyrsta umfari.

Lutakast verður 18. juni, og fyrsta umfar verður spælt tann 11. juli, meðan returdysturin verður tann 18. juli.

Av stuttligum liðum kann B36 møta Stjarnan ella Valur úr Íslandi, tí so skal ikki ferðast so langt, men tað kann eisini blíva til eina longri ferð til Kasakstan, um B36 møtir Aktobe, sum lukkutíð, freistast ein at siga, liggur í vestara partin av landinum, skamt frá russiska markinum, og ikki í høvuðsstaðnum, sum liggur í eystara parti av landinum.

Víkingur kann millum annað møta Breiðabliki úr Íslandi, og Tre Penne ella La Fiorita úr San Marino, ið hevði verið eitt gott lutakast, meðan Víkingur eisini kann møta Linfield úr Norðurírlandi, Dinamo Tbilisi úr Georgia, Derry City úr Írlandi, sum eru nøkur av sterkaru liðunum í fyrsta umfari av Conference League.

(Greinin heldur fram undir myndini)

Eitt yvirlit sæst her:

HB kann møta FCK ella Brøndby
HB kemur inn í aðru rundu av Conference League, og har kunnu B36 og Víkingur eisini koma at spæla, um tey spæla seg víðari.

Um so er, so verður B36 styrkismett, meðan Víkingur yvirtekur plássið hjá liðnum, sum verður sligið út av Víkingi, sum bolt.fo hevur skrivað meira um.

Vert er at leggja til merkis, at lutakastið til 2. umfar verður áðrenn 1. umfar er spælt.

Tá lutakastið verður til 2. umfar, so verða liðini koyrd í bólkar, og vanliga eru hesir bólkar í minsta lagi eitt sindur settir upp eftir landsfrøði og tí er ikki óhugsandi, at FCK og/ella Brøndby verður millum møguleikarnar hjá HB.

Les eisini...  Beinleiðis á FM1 mikukvøldið klokkan 18.30: HB-Víkingur (1. hálvfinalan í løgmanssteypinum)

2. umfar verður drigið tann 19. juni, og fyrri av tveimum dystum, verður spældur tann 25. juli, meðan returdysturin verður 1. August.

3. umfar verður spælt 8. og 15. august.

4. umfar verður spælt í døgunum 22. og 29. august.

Sjálv undankappingin til Conference League byrjar 11. juli og endar tann 29. august, tá play-off dystirnir til bólkaspælið í Conference League eru á skránni.