Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fara nú aftur at grava í víkingabúseting við Borðoyavík

Hesa vikuna er Tjóðsavnið aftur farið í gongd við fornfrøðiliga útgrevstrinum við Borðoyarvík í Klaksvík

– Hetta er ein gomul búseting úr víkingatíð og miðøld, sum vit eru farin at grava í.

Soleiðis segði Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, við Kringvarpið í fjør summar, tá fornfrøðingar og Tjóðsavnið fóru undir fornfrøðisligan útgrevstur Niðri í Toftum í Klaksvík.

Eftir at hava grivið har í eina tíð, vórðu dúkar lagdur á, so økið kundi verjast fyri veður og vind í vetur, men hesa vikuna eru dúkarnir tiknir av aftur, so at arbeiðið kann halda fram nú í summar.

Yvir túsund árum síðan stóð eitt víkingalanghús Niðri í Toftum í Borðoyavík, og tey húsini hava verið 14 metrar langt og 4,5 metrar breitt.

Líka síðan 1969 hava fornfrøðingar grivið niðri í Toftum í fleiri umførum, og í fjør summar var ætlanin at gera hetta arbeiðið liðugt, men so bleiv ikki. Tí verður hildið fram nú í summar við hesum arbeiðnum.

Við á útgrevstrinum eru Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, útgrevstarleiðari, Hákun Andreasen, savnsteknikari og Súni Anthoniussen, hjálparfólk og søgulesandi.

Tað kann hava sæð soleiðis út Niðri í Toftum í Borðoyavík fyri yvir 1.000 árum síðan (Mynd: Edward Fuglø, Klaksvíkar Søga)

Fólk hava búð Niðri í Toftum í eini 400 ár
Eitt annað, sum er áhugavert við búsetingini Niðri i Toftum, er, at tað er staðfest, at hon fevnir um eitt rætiliga drúgt tiðarskeið. Tað er ikki fornfrøðiliga staðfest, hvussu leingi fólk hava búð á staðnum, men tá ið tað yngsta av teimum rannsakaðu húsunum er tiðarfest til ikki fyrr enn hámiðøld, og tað elsta virksemið kann førast langt aftur í vikingatíðina, so hevur virksemi verið á  staðnum í fleiri hundrað ár, møguliga eini 400 ár. Hartil kemur sum nevnt, at í bønum og haganum kring Borðoyarvik siggjast nógvar smærri og størri toftir, sum ikki eru útgrivnar. 

Les eisini...  Løgmaður hitt indiska uttanríkisráðharran

Tað kunnu tó neyvan hava búð fólk Niðri Toftum og aðrastaðni kring Borðoyarvík, tá ið onki stendur um tær í jarðarbøkunum frá 1584, tí so høvdu búsetingarnar, ein garður – verið nevndar í teimum elstu varðveittu jarðarbókunum.

(Mynd: Tjóðsavnið)

Keldur: Tjóðsavnið, Klaksvíkar Søga og Kringvarpið