Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Matarstað misbrúkti sínar heimildir

Matarstað hevði borðreitt fyri gestum, hóast tað bert hevur loyvi at selja mat út úr húsinum

Seinnapartin í gjár hendi eitt soloóhapp í Kollafirði, tá ein bilur, ið koyrdi eftir Oyggjarvegnum, ikki fekk tikið svingið nær við Effo-støðina, men fór beint fram, har bilurin fór eitt fitt petti oman í bøin.

Viðkomandi, sum koyrdi bilin segði, at bremsurnar brádliga ikki virkaðu. Bilurin er nú fluttur á Akstovuna, har hyggjast skal upp á bilin, fyri at fáa staðfest hetta, og tá tað kemur til trygging og so framvegis.

Eitt matarstað í norðurøkinum, sum selir mat úr húsinum, fekk eina átalu í gjár, tí staðið hevur bert loyvi at selja mat úr húsunum, men matarstaðið hevði gjørt seg út til at hava etandi gestir inni á staðnum, so tað fekk viðkomandi, ið stendur fyri matarstaðnum, eina vinaliga áminning um, at tað hevur hann ikki heimildir til.

Viðkomandi kann altíð søkja um hetta, men so skulu hølisviðurskiftini eisini vera í lagi.

Fólk í høvuðsstaðnum vórðu eisini koyrd heim í gjár og summi til Herbergið, tí summi av teimum høvdu fingið ov nógv at drekka.

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at fyribils ferðsluljósini, ið eru sett upp við Ánirnar, virkaðu ikki, so har vórðu fólk send á staðið at fáa hetta í rættlag.