Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey U18 landslið til tvær altjóða kappingar sandflogbólti í summar

Tvær kappingar í sandflogbólti fyri U18 landslið hjá kvinnum og monnum eru á skránni í summar, og hesi skulu umboða Føroyar í hesum kappingum

Seinastu vikurnar hava úttøkuvenjingar verið í Sandagerði og á Gøtusandi, og tvey lið eru nú tikin út til tvær altjóða sandflogbóltskappingar í summar. Talan er um NEVZA U18 meistaraheitið umframt til CEV U18 evropiska meistarakappingin.

Venjarin, Oleksandr Dmytriiev – ella Sasha, sum hann verður nevndur, hevur tikið Oslu Johannesen og Mariu Teresu Vitalis til gentuliðið og Rana Ákason og Hákun Nón til dreingjaliðið út til hesar kappingarnar.

Tað skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Fyrsta kappingin er í Bridlington í Englandi í døgunum 24. – 28. juni, sum er kapping um NEVZA U18 meistaraheitið. NEVZA er limalondini í CEV í Norðurlondum og Ongland. Til hesa kappingina eru tó eisini aðrar tjóðir bodnar við.

Seinna kappingin er í Kachreti í Georgia í døgunum 10. – 14. juli. Her er talan um evropiska meistaraheitið fyri U18 lið í sandflogbólti. Dystarskráin verður løgd eftir styrkismetingini hjá einstøku londunum. Við tað at hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar luttekur, skulu føroysku liðini fyrst luttaka í eini undankapping, sum verður 10. juli. Í hesi undankappingini skulu føroysku dreingirnir leika ímóti Slovakia, Rumenia, Asarbadjan og Kosovo. Genturnar skulu leika ímóti Serbia, Rumenia, Kosovo og Asarbadjan. Fyri bæði dreingirnar og genturnar koma tvey lið víðari til sjálva kappingina um evropiska meistaraheitið.

– Fyrireikingarnar til kappingarnar hava verið og halda fram á sandinum í Sandagerði og á sandinum í Syðrugøtu. Hóast umhvørvið er fantastiskt, eru hetta ikki bestu ítróttarligu umstøður og vónin hjá Flogbóltssambandi Føroya er, at onkrar av komunnunum fara at setta upp veruligar sandflogbóltsvallir og vónandi verður onkur sandflogbóltshøll eisini at síggja í næstum, skrivar Flogbóltssambandið.

Les eisini...  Flogbóltssambandið hevur sett stjóra
Hákun Nón og Rani Ákason (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Í longri tíð, hevur Flogbóltssambandi havt eitt ynski um at fáa gongd á hendan partin av flogbóltinum, sandflogbóltin, eins og eitt ávíst altjóða trýst eisini hevur verið á FBF um at fáa hetta í gongd.

Í hesum sambandi sigur Flogbóltssambandið seg hava eitt ynski um, at sandflogbóltur verður á skránni til Oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027.