Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klipp í koyrikortið fyri at yvirhála beint uttanfyri tunnil

Tvey klipp vórðu givin í gjár, umframt bøtur, sum fylgja við

Seinnapartin í gjár varð ein bilførari tikin fyri at yvirhála ein annan bil beint uttanfyri Kollarfjarðartunlinum norðarumegin, tí har er hindrunastrika, sum merkir, at tú ikki má fara um hindrunarstriku ella krossa sundurskiljingina millum farbreytir.

Fyri hesa yvirháling fær bilførarin eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót.

Koyrdi um reytt ljós
Seinastu tíðina hevur løgreglan tikið fleiri bilførarar, sum ikki virða ferðsluljósini við tunlarnar Norður um Fjall, og í gjár var heldur einki undantak, tí aftur í gjár varð ein bilførari tikin, tá hann koyrdi um reytt ljós.

Hetta fær viðkomandi eitt klipp í koyrikortið afturfyri, umframt eina bót.