Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kringvarpið er opið Mentanarnáttina 7. juni

Kom til forvitnisliga fuglaframsýning hjá Silasi Olofson, parkour-tiltak við Markusi P. Køtlum ella vitja heima hjá Vinusi og Vimús

Kringvarp Føroya bjóðar fólki á gátt í Sortudíki Mentanarnáttina 7. juni 2024. Opið er frá klokkan 15 til kl. 18.

Parkour við Markusi
Vit hava fingið kringa parkour-íðkaran Markus Precious Køtlum at stíla fyri parkour-tiltaki frá kl. 15-18 Mentanarnáttina. Markus fer at vísa snarlop, konglop og kanska veggjarenn eisini. Markus lærir eisini útvald triks frá sær til tey, ið vilja royna seg.

Sendingin ‘Parkour við Markusi’ er á KVF MiKS her.

Sært tú fuglin? – myndaframsýning í forhøllini
Kanska hava tit sæð sendingina ‘Sært tú fuglin?’ við fuglakøna Silasi Olofson, sum hevur verið send í sjónvarpinum seinastu vikurnar. Silas hevur tikið nógvar myndir av fuglum í Føroyum, og eitt úrval av teimum verður sýnt fram í forhøllini í Kringvarpinum á Mentanarnáttini.

Tróndur Herason Olsen, journalistur, og Silas Olofson hava fuglaprát kl. 15.30, 16.30 og 17.30.

Sendingin ‘Sært tú fuglin?’, sum er í trimum pørtum, sæst á KVF Sjón her.

Okkurt til tey smæstu
Kringvarpið vil fegið vísa teimum smæstu børnunum forvitnisliga heimin hjá Vinusi og Vimús á Mentanarnáttini. Børnini eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið at síggja fittu Vimús og nógvu bamsurnar og leikuni. Kanska fáa tey eisini eyga á holuna undir bókahillini, har Vimús býr.

Sí Vinus og Vimús í VIT-appini ella á heimasíðuni hjá KVF VIT.

Skrá:
Kl. 15-18: Parkour við Markusi
Kl. 15-18: Myndaframsýning hjá Silasi Olofson. Fuglaprát kl. 15.30, 16.30 og 17.30
Kl. 15-18: Vitja Vinus og Vimús-studio