Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Magne Hoseth nýggjur venjari hjá B36

Gamal kenningur aftur í føroyskum fótbólti. Magne Hoseth er settur sum høvuðsvenjari í B36, og hann tekur við starvinum beinanvegin

Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, sigur tað vera umráðandi, at nýggi høvuðsvenjarin, sum tekur yvir so brádliga, kennir umstøðurnar og mentanina í Føroyum.

– Magne hevur góðan kunnleika til føroyskan fótbólt, og hann veit, hvat krevst fyri at fara út í Evropa við einum føroyskum spælarahópi. Hoseth kemur eisini við nógvari orku og fjølbroyttum royndum sum venjari og spælari, sigur hon við heimasíðuna hjá B36.

Lukas Enevoldsen, sum hevur verið hjálparvenjari í ár, heldur fram við sínum uppgávum.

43 ára gamli Magne Hoseth var venjari í KÍ í fjør við søguliga góðum úrslitum. Í vetur flutti hann til Lyngby, har samstarvsavbjóðingar elvdu til, at hann bara fekk tveir dystir í donsku superliguni.

Hoseth sigur seg vera takksaman fyri at fáa møguleikan í B36, og samstundis at sleppa aftur til Føroya.

– Tað er eingin ivi um, at hetta er ein gávuríkur spælarahópur við stórum potentiali. Eg havi sum heild eina sera góða fatan av felagnum, ið eisini hevur lagt eina ambitiøsa ætlan fyri framtíðina. Í Føroyum og B36 sleppi eg at arbeiða við trúgvum fólki við teimum røttu virðunum, og tað hevur stóran týdning fyri meg, sigur hann.

Avtalan millum B36 og Magne Hoseth er galdandi fyri hetta kappingarárið. Eftir kappingarenda verður støða tikin til, um partarnir skulu halda fram við samstarvinum.

Fyrsti dysturin við Magne Hoseth á síðulinjuni verður leygardagin 15. juni. Tá fær B36 vitjan av B68 í landskappingini.