Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Orðadráttur millum semingsmannin og fakfeløgini

Samráðingarnar millum verkamannafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarrafeelag verða uppafturtiknar í dag klokkan ½5 undir leiðslu av semingsstovninum

Eftir at fundur var í gjár millum verkafeløhini, Føroya Arbeiðsgevarafelag og semingsstovnin, so byrha samráðingar aftur seinnapartin í dag.

Í gjár metti Terji Sigurðsson, semingsmaður, at grundarlag er fyri at fara aftur til samráðingarborðið og møguliga ginna eina loysn. Fyrsti fundurin verður seinnapartin í dag klokkan 15.

Terji Sigurðsson segði, at avtala var at bert semingsmaðurin úttalaði seg um semingsroyndina:

– Eg veit ikki, hvønn leiklut Sonja Jógvansdóttir hevur. Hon er so ikki partur av samráðingunum. Men hevði tað verið ein av formonnunum í arbeiðarafeløgunum, sum úttalaði seg soleiðis, so hevði tað fingið avleiðingar, sigur Terji Sigurðsson, við in.fo.

Fakfeløgini svara aftur í einum skrivi í dag, sum er undirskrivað av teimum fýra forfólkunum í fakfeløgunum, at tað ikki verur Terhi Sigurðsson, sum avger, hvør er partur av samráðingartotminum hjá fakfeløgunum.

Undan fundinum