Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vann yvir 760 milliónir krónur – trýr enn ikki ordiliga upp á tað

Týsdagin vann ein dani stóra vinningin í Eurojackpot. Nýggi millióningurin veit ikki, hvat hann skal brúka nógva peningin til

– Eg vil síggja pengarnar á kontoini, áðrenn eg veruliga trúgvi upp á tað.

Tað sigur vinnarin, ið ynskir at vera ónevndur, sum týsdagin vann 760 – ella heilt neyvt 760.818.030 – milliónir skattafríar pengar í Eurojackop, við Danske Spil

Vinnarin hevur enn ikki gjørt sær ítøkiliga tankar um, hvat hann skal brúka allan peningin til.

– Eg vóni, at eg fái góða ráðgeving frá Danske Spil, so eg og mín familja kanska kunnu seta hol á eitt nýtt kapittul í okkara lívi. Tað verður nokk ráð til, at vit fara ein túr út at síggja heimin við børnunum, sigur tann glaði vinnarin.

Danski Spil vildi týsdagin hava, at tann, sum hevði vunnið stóra vinningin, gjørdi vart við seg, og tað gjørdi viðkomandi so í gjár seinnapartin.

Eurojackpot verður spælt í nógvum londum í Evropa, har tað er ein felags pulja, sum gerst størri og størri, er eingin vinnari funnin. Tá ein vinningur er vunnin, so byrjar peningapuljan aftur á 63 milliónum krónum, sum er minsta upphæddin, ein kann vinna í Eurojackpot.