Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eydnudeildin fær 100.000 krónur

Í samband við EM-endaspælið í Berlin í januar, so tóku stuðlarnir hjá Eydnudeildini stig til at selja fjepparablusur, har 50 krónur fyri hvørja blusu fóru óskerdar til Eydnudeildina

Samlaða upphæddin bleiv 100.000 krónur, sum nú er latin Eydnudeildini.

– Vit eru ovurfegin og droyma um allar teir møguleikarnar, sum hendan stóra upphæddin gevur okkum í okkara arbeiði at heiðra fjølbroytni og somuleiðis geva øllum okkara stjørnum nakrar fantastiskar upplivingar og møguleika fyri at vera partur av einum felagsskapi, sigur Morten Hust í tíðindaskrivi, ið er formaður hjá Eydnudeildini.

Eydnudeildin er ein felagsskapur fyri børn og ung við serligum tørvi. Hvørja viku hittast tey til eina stuttliga og stimbrandi ítróttarvenjing, sum hjá fleiri teirra er hæddarpunktið í vikuni, og saman skapa tey ógloymandi løtur, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Stuðlarnir til átakið eru Føroya Banki, Wenzel, Atlantic Airways, Effo og Smyril Line. 

Føroya Banki høvuðsstuðul hjá Eydnudeildini
Síðan 2022 hevur Føroya banki verið høvuðsstuðul hjá Eydnudeildini, og í farnu viku skrivaðu Eydnudeildin og Føroya Banki undir nýggja samstarvsavtalu.

– Endamálið við samstarvinum er at geva Eydnudeildini møguleika fyri framhaldandi at skapa menning og góðar upplivingar fyri børn og ung við avbjóðingum og familjum teirra.

Eydnudeildin er partur av donsku Lykkeliga, og hevur í dag verið í Føroyum í seks ár.