Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ongin Grealish í enska EM-hópinum

Ongland hevur í kvøld kunngjørt hópin til komandi EM-endaspælið í Týsklandi

Í kvøld kunngjørdi enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate, endaliga hópin, ið skal til Týsklands til komandi EM-endaspælið.

Í hópinum er ongin Jack Grealish, Harry Maguire ella James Maddison, sum flestu fótbóltsáhugað høvdu væntað.

Grealish hevur verið fastur partur enska landsliðnum í nøkur ár eftirhondini, meðan Maddison hevur verið rundanum um hópin síðan hann leikti sín fyrsta landsdyst í 2019. Sambært Southgate eru hvørki Grealish ella Maddison úttiknir orsakað av, at aðrir leikarar á hesum plássum hava havt betri kappingarár í ár.

Harry Maguire hevur verið fastur partur av enska landsliðnum í fleiri ár, men seinastu tíðina hevur hann verið darvaður av skaða og tískil er hann ikki úttikin.  

Umframt Grealish, Maguire og Maddison vóru Curtis Jones (Liverpool), Jarrad Branthwaite (Everton), James Trafford (Burnley), Jarell Quansah (Liverpool) valdir frá.

Adam Wharton

Í enska hópinum er serliga eitt navn óvæntað navn: Adam Wharton.

20 ára gamli Wharton hevur leikt 16 dystir fyri Crystal Palace hetta kappingarárið. Hann kom til felagið frá Blackburn Rovers, sum spælir í næstbestu ensku deildin, í januar.

Wharton er ikki tann einasti leikarin hjá Crystal Palace, sum er úttikin til enska landsliðið. Umframt hann eru Dean Henderson, Marc Guehi og Eberechi Eze úttiknir. Sostatt er Crystal Palace tað felagið, ið er best umboðað á enska landsliðnum.

Niðanfyri sæst hópurin, ið Southgate hevur úttikið til EM-endaspælið.

Málverjar:

Dean Henderson (Crystal Palace)

Jordan Pickford (Everton)

Aaron Ramsdale (Arsenal)

Verjuleikarar

Lewis Dunk (Brighton)

Joe Gomez (Liverpool)

Marc Guehi (Crystal Palace)

Ezri Konsa (Aston Villa)

Luke Shaw (Manchester United)

John Stones (Manchester City)

Les eisini...  Ongin leikari úr Superliguni í danska EM-hópinum

Kieran Trippier (Newcastle)

Kyle Walker (Manchester City)

Miðvallarar

Trent Alexander-Arnold (Liverpool)

Conor Gallagher (Chelsea)

Kobbie Mainoo (Manchester United)

Declan Rice (Arsenal)

Adam Wharton (Crystal Palace)

Áleyparar

Jude Bellingham (Real Madrid)

Jarrod Bowen (West Ham)

Eberechi Eze (Crystal Palace)

Phil Foden (Manchester City)

Anthony Gordon (Newcastle)

Harry Kane (Bayern München)

Cole Palmer (Chelsea)

Bukayo Saka (Arsenal)

Ivan Toney (Brentford)

Ollie Watkins (Aston Villa)

Ongland er í bólki við Danmark, Serbia og Slovenia. Fyrsti dysturin hjá Onglandi er móti Serbia tann 16. juni.