Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Verkfallið liðugt – partarnir skrivað undir nýggjan sáttmála

Arbeiðarafeløgini vildu hava tíggju krónur meira um tíman komandi tvey árini, men tað bleiv til umleið 8,50 krónur meir um tíman í ár og umleið 8,50 krónur næsta ár

– Hetta hevur verið stríðið vert, og eg vil gjarna takka øllum fyri eitt gott stríð.

Tað sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafeløg, við Kringvarpið, nú partarnir hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er upp á umleið 13 prosent yvir tvey ár.

Niels Winther, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur við Kringvarpið, at talan er um ein karm upp á umleið 8,2 prosent, umframt eitt serstakt lønarlyft til ein láglønarbólk.

Hann sigur eisini, at hetta er ein dýr semja, ið kann fara at kosta arbeiðspláss, tí nógvar vinnufyritøkur fara at líða undir hesari meirútreiðsluni.