Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Amerikanskur astronautur sum tók kenda mynd av jørðini deyður í flogvanlukku

William Anders, sum var við Apollo 8-rúmdarfarinum í 1968, var ein av teimum fyrstu trimum fólkunum at ferðast í ringrás um mánan. Á ferðini tók hann eina eyðkenda mynd av jørðini, sum rísur

Fyrrverandi amerikanski astronauturin William Anders,  sum tók kendu myndina av jørðini, sum rísur í horisontinum, er deyður í flogvanlukku.

Tað skriva fleiri altjóða miðlar.

William Anders fleyg ein túr við sínum privatflogfari fríggjadagin millum San Juan oyggjarnar í statinum Washington í USA, tá flogfarið brádliga snaraði sær á og fleyg niðureftir og rendi í havið.

Hann bleiv 90 ára gamal.

Fyrrverandi amerikanski astronauturin er serliga kendur fyri myndina “Earthrise”, tá hann í 1968 var astronautur á Apollo 8-ferðini, sum jólaaftan hetta árið fór í ringrás um mánan, har teir skuldu taka myndir av mánanum.

– Eftir at hava ferðast tíggju ferðir kring mánan, byrjaði eg at keða meg, tí tað var bara hol og meira hol, sum vit filmaðu og tóku myndir av, so eg byrjaði heldur at taka myndir av jørðini ístaðin. Hugsa tær, vit fóru allanvegin til mánan, men gjørdust meira varugir við bleikbláa prikkin ístaðin fyri, hevur William Anders sagt í samrøðu við Forbes Magazine.

Bjarta myndin av jørðini, ið fangar bæði vakurleikan, men eisini veikleikan hjá hesum lítla jarðarknøtti, sum sveimar einsamøll í rúmdini er vorðin ímyndin av, at vit fingu umhvørvisligar rørslur, sum fingu íblástur av júst hesi myndini.