Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyska landsliðið aftur í eldin í dag

Eftir vónbrotið móti Estlandi, skal føroyska landsliðið reisa seg, nú mótstøðuliðið er Lettland í dystinum um triðja plássið í Baltic Cup

Í verandi løtuni verður síðstu hond løgd á fyrireikingarnar til seinna dystin í Baltic Cup 2024, sum verður ímóti Lettlandi í dag.

Seinnapartin fyrradagin kom føroyski hópurin til Liepaja, sum liggur heilt har vesturi í landinum, og í gjár hevur venjing verið á Daugava stadion, har dysturin móti lettum verður í dag klokkan 17.

Hetta er sættu ferð, at føroyska A-landsliðið við monnum skal royna seg í altjóða dysti móti Lettlandi, og higartil hava úrslitini verið á einari leið.

Fýra dystir eru endaði við javnleiki, meðan Føroyar hava vunnið ein. Tað var í undankappingini til EM 2018, tá Føroyar 7. oktober í 2016 vunnu 2-0 á Skonto stadion í Riga. Málini gjørdu Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson.

Landsdysturin millum Lettland og Føroyar byrjar klokkan 17 og Kringvarpið vísir dystin.