Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Silas skal spæla við Ikast

Evnaríki flogbóltsspælarin úr Sørvági Silas Poulsen fer til Danmarkar at spæla flogbólt

Komandi kappingarár fer liberospælarin Silas Poulsen at spæla fyri Ikast Volley Rams.

Tað kunngerð Ikast á sínum Facebook-vanga.

19 ára gamli Silas Poulsen hevur spælt við SÍ í Føroyum, og er longu skrásettur fyri fleiri landsdystir fyri Føroyar.

– Tað er eftirhondini vorðin ein siðvenja, at ungir og evnaríkir føroyingar koma til Ikast fyri at menna seg í einari sterkari deild, enn í Føroyum. Hendan siðvenjan verður nú førd víðari av 19 ára gamla Silasi Poulsen, sum, hóast sín unga aldur, longu er skrásettur fyri fleiri landsdystir fyri Føroyar, skrivar felagið.

Silas Poulsen spælir sum libero, og Ikast sigur, at tey eru spent upp á at síggja hann taka næsta stigið og gerast ein etableraður spælari í donsku Volleyliga´ini.