Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Altjóða tararáðstevna verður í Føroyum í komandi viku

Evropeiska Seagriculture ráðstevnan fer at kunna um marknaðarrák og avbjóðingar, sum eru viðkomandi fyri menningina av taravinnu í vesturheiminum

– Vit eru fegin um at kunna vísa ráðstevnugestum okkara royndir og virksemi við at menna taravinnu í Føroyum – bæði á sjónum og á landi.

Tað sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest, í tíðindaskrivi, nú tararáðstevna, Seagriculture EU 2024, verður í døgunum frá 18. til 20. juni.

– Um tú arbeiðir við tara, so er Seagriculture ein av árligu ráðstevnunum, sum altíð eru hugtakandi. Har eru nógvar og fjølbroyttar framløgur, og harumframt er tað ein framúrskarandi netverksmøguleiki, tí tað er eitt savningartiltak fyri keyparar, granskarar, myndugleikar og íleggjarar innan taraídnað, sigur stjórin.

Sjálv ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum, og byrjar mikudagin tann 19. juni við framløgum, pallborðskjakum, og tiltakinum “Seaweed Elevator Pitches,” sum gevur innlit í stigtakan og framtíðarútlit í ídnaðinum.

Dagin fyri, týsdagin 18. juni, fara ráðstevnuluttakarar at vitja virksemið hjá Ocean Rainforest í Kaldbak, í Funningsfirði og á Gøtuvík.

Høgni Hoydal, landstýrismaður í uttanríkismálum og m.a. alivinnu, fer at seta ráðstevnuna. Millum røðararnar verða Charlina Vitcheva, stjóri fyri DG MARE, og Vincent Doumeizel, høvuðsráðgevi hjá Sameindu Tjóða Global Compact. Harumframt verða framløgur frá framsøknum fyritøkum innan taraídnaðin, so sum FermentationExperts, Cargill og Future Feed.

Á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum fara har fyritøkur og granskarar innan taraídnaðin eisini at sýna fram úrslit, vørur og tænastur.

Umleið 200 luttakarar hava teknað seg til tararáðstevnuna, og teir koma úr ymsum londum, serliga úr Evropa og Amerika, siga fyriskipararnir.