Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gransking: Fílar geva hvørjum øðrum nøvn

Fílar brúkar serstøk nøvn til at rópa á hvønn annan. Tað vísir nýggj kanning, sum júst er almannakunngjørd

Í kanningini hevur eitt altjóða lið av granskarum brúkt algoritmur, við hjálp av vitlíki, at greina róp frá tveimum villum flokkum av fílum í Kenja.

Granskingin vísur, at umframt at fílar brúka serstøk ljóð fyri hvønn einstakan, so kendu tey eisini og reageraðu upp á ljóð, sum var ætlað teimum.

– Ljóð, ið ikki eru ætlað teimum einstøku fílunum lótust ikki at hoyra ljóðið, sigur Michael Pardo, sum granskar í atferðarvistfrøði við lærda háskúlan í Colorado, við AFP.

– Hetta bendir á, at fílar eru tilvitaðir um, at onkur rópar á teir, tá teir hoyra ljóð frá øðrum fílum, sigur hann.

Tá granskarar spældu eina upptøku fyri einum fíli, ið hoyrdi ljóð frá einum í sínum flokki ella frá einum familjulimi, sum rópti eftir hesum einstaka fílinum, so reageraði fílurin positivt, sambært granskarunum. Tá sami fílur hoyrdi navnið hjá onkrum øðrum fíli, so virkaði fílurin ikki so eldhugaður.

Prógvini, sum eru løgd fram vísa, at fílar brúka heilt ítøkilig ljóð fyri at geva hvørjum øðrum eitt navn. Hetta bendir á, at fílar hava evnini at hugsa abstrakt, sigur granskarin George Wittemyer.