Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Helgi aftur til Hoyvíkar

Strikuspælarin fer heim til H71

Eftir fleiri ár í Danmark og Norra sum yrkisleikari kemur Helgi Hildarson Hoydal aftur til føroyskan hondbólt og barndómsfelagið, H71.

Tað kunngerð H71.

Umframt at spæla fyri H71, so fer hann eisini at arbeiða sum ungdómsvenjari í felagnum, og kemur eisini at hava aðrar samskipandi- og samskiftisuppgávur í felagnum.

Helgi venur longu við felagnum, og verður við, tá H71 fer út í Evropa at kappast í næstum.

– Vit ynskja Helga vælkomnan aftur í felagið, skrivar felagið.