Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mest er ein metur ov stutt

Eitt krav ger, at Mest ikki sleppur at bjóða upp á uppgávuna, nú Danmark skal hava nýtt havrannsóknarskip. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, vil hava stjórnina at greiða frá málinum

– Krøvini til undankenning eru annars rættiliga leysliga orðað – men har er eitt krav, sum er ófrávíkiligt: Skipasmiðjan skal seinastu tíggju árini hava bygt eitt nøkulunda samsvarandi skip á minst 55 metrar. Jákup Sverri – sum er tað skipið í ríkinum sum minnir mest um tað, ið byggjast skal – lýkur ikki hesa treyt. Byggingin av Jákupi Sverra eydnaðist sera væl, og skipið er fagnað av øllum, sum hava roynt tað. Men tað er 54 metrar langt…ein metur ov stutt.

Tað skrivar Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, nú Danmark skal hava nýtt havrannsóknarskip.

Krøvini til undangóðkenning frá tekniska háskulanum í Danmark, DTU, eru nevniliga skrúvað soleiðis saman, at Mest verður útilokað, og tað vil Sjúrður Skaale nú hava donsku stjórnina at svara upp á.

Meðan onnur krøv í útbjóðingarumfarinum eru rættiliga leyst orðað, so vísir Sjúrður Skaale á, at kravið um teir 55 metrarnar er púra treytaleyst.

– Hetta merkir, at ein skipasmiðja, ið seinastu tíggju árini hevur bygt eitt fiskiskip við vanligum, framkomnum tekniskum fiskitólum, kann undangóðkennast. Men Mest, ið við hepnari hond hevur bygt eitt skip sum tað, ið byggjast skal, verður útilokað. Tann eini meturin ger allan munin, sigur fólkatingslimurin.

– Eg skal ikki balla nakað inn her: Tá ein sær krøvini til undangóðkenning slepst ikki undan at fáa tann illgruna, at tey hava eitt heilt ávíst endamál. Tann illgruna hugsi eg øll fáa, sum seta seg inn í hetta. Og av tí at DTU er ein stovnur undir granskingarmálaráðfrúnni, Christinu Egelund, havi eg sett henni skrivligan spurning um málið, sigur hann víðari.

Les eisini...  Vinn atgongumerkir til Føroyar -Kekkia í 10'arinum

Spurningurin hjá Sjúrði snýr seg í høvuðsheitum um, hví krøvini til sera krevjandi førleikar eru so leyst orðað, meðan kravið um teir 55 metrarnar – sum fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin heldur einki hevur siga um førleikan hjá eini skipasmiðju – er so ófrávíkiligt.

Nevndarspurningur til granskingarmálaráðfrúnna er soljóðandi:

Danmarks Tekniske Universitet (DTU) har for nyligt iværksat et udbud om at bygge et nyt havforskningsskib. Udbudsprocessens første led er en prækvalifikation, hvor værfterne skal leve op til en række minimumskrav, bl.a. angående erfaringer med at bygge et tilsvarende skib. Her opstilles løse krav, som definerer, hvad der udgør et tilsvarende skib, medens der er ét ufravigeligt krav, nemlig at skibets længde skal være 55 m. Således vurderes svært komplekse kriterier som forudsætter relevant faglig kompetence på en løs måde, mens fartøjets længdekrav er absolut. Som konsekvens heraf, kan værfter som de seneste ti år har bygget eksempelvis et fiskeskib af 55 m. med fiskede-tekteringsudstyr byde ind i udbudsprocessen, mens et værft, som har bygget et yderst tilsvarende havforskningsskib af 54 m., udelukkes fra deltagelse i DTU’s værftsudbud.

Kan ministeren redegøre for baggrunden herfor og for hensigten med de sammensatte kvalifikationskriterier angående erfaringer med at bygge et tilsvarende skib, hvor svært komplekse kriterier vurderes?”