Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vil hava at talgild koyrikort eisini kunnu brúkast í Danmark

Eitt føroyskt talgilt koyrikort eigur at kunna brúkast í Danmark, eins og væl sum í Føroyum. Tí hevur Anna Falkenberg, fólkatingsumboð fyri Sambandsflokkin, vent sær til Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra, um at finna eina loysn á málinum

– Føroyar og Danmark eru í sama ríki, og tí eigur eitt talgilt føroyskt koyrikort at kunna brúkast í Danmark, og eitt danskt talgilt koyrikort eigur at kunna brúkast í Føroyum. Hetta er ein markaforðing, sum skal fáast av vegnum ongantíð ov skjótt, sigur Anna Falkenberg í tíðindaskrivi.

Fólkatingskvinnan sigur, at hon hevur fingið fleiri áheitanir frá fólki, sum eru ónøgd við, at tað ikki ber til at brúka eitt føroyskt talgilt koyrikort í Danmark, tí tað er ikki góðkent har.

Tí hevur Anna Falkenberg enn einaferð vent sær til Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra, um hendan spurningin, so at greiðast kann fáast á, hvussu málið kann loysast. Hon sigur eisini, at hon hevur umrøtt hendan spurningin við ferðslumálaráðharranum áður.

– Hetta er mál, sum irriterar fólk, og eg haldi, at vit í Danmark og í Føroyum skulu gera meira burturúr fyri at fáa talgildu skipaninar í ríkinum at tosa betur saman. Loysa vit hetta málið, er ein markaforðing færri, sigur Anna Falkenberg.