Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hóttir við at fara víðari við málinum

Borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu vil hava rektaran á Miðnámi í Suðuroy at koma við einari treytaleysari umbering, eftir at rektarin, sambært borgarstjóranum, samanber seg við kynslim á mannfólki og ákærir rektaran fyri sexismu

– Um nýliga setti rektarin á Miðnámi í Suðuroy ikki tekur sínar útsagnir aftur og kemur við einari treytaleysari umbering, so fari eg víðari við málinum.

Tað sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, við Kringvarpið, eftir at Rósa Heinesen hevur skrivað eitt lesarabræv við yvirskriftini “Kommunusamanleggin: Ein fallos og annar!”

Í lesarabrævinum skrivar Rósa Heinesen, at á Tvøroyri valdar framvegis ein høvdingamentan.

“Borgarstjórin er stórur og sterkur, mansligur Maður (ja, við stóra M). Vit síggja líknandi Menn aðrastaðni, úti sum heima. Og framvegis eru nógv, ið seta sítt álit á hesar Menn. Tí teir eru stórir og sterkir. Teir skulu nokk!

Eg var á borgarafundi í Salt, har semjuskjalið millum Tvøroyrar og Hvalbiar kommunur varð lagt fram. Sum flestu áhoyrarar løgdu merki til, vóru nógvar spennandi ætlanir, serliga fyri Hvalba, og fólk fregnaðust eftir at vita, hvat Tvøroyri fer at fáa burtur úr hesi samanlegging.

Afturvendandi svarið frá borgarstjóranum á Tvøroyri var: Okur verða STÓR. Okur verða fjórðstørsta kommuna í Føroyum!

Eg kundi ikki lata vera við at síggja fyri mær, tann STÓRA skorsteinin, sum sami borgarstjóri ætlar at reisa sum nýtt eyðkenni fyri Tvøroyri. Ongin í Føroyum fer at eiga líka stóran skorstein, sum vit!

Kanska eg eri umskyld sum konufólk, men orsaka meg, eg skilji ikki hesa trongdina eftir at samanlíkna stødd…!”, skrivar Rósa Heinesen millum annað í lesarabrævinum, og tað hevur fingið borgarstjóran á Tvøroyri at ressast, har hann sigur seg fara við víðari við málinum, um hann ikki fær eina treytaleysa umbering fyri hesa yvirskriftina.