Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Limur í The Antonelli Orchestra fer úr bólkinum eftir sexismudokumentar

Claes Antonsen fer úr bólkinum, sum millum annað skuldi spæla saman við Tessu á Voxbotn

Claes Antonsen fer úr bólkinum The Antonelli Orchestra umframt øðrum tónleikavirksemi.

Tað upplýsir hann í einum telduposti til tónleikasamskipara, sum Ritzau hevur fingið innlit í.

Hetta hendir, eftir at fleiri kvinnuligir tónleikarar hava ákært hann fyri at fara ov langt við nøkrum útsagnum í dokumentarrøðini á DR “Sexisme i musikbranchen”.

Í gjár hoyrdist, at Tessa, sum millum annað skal spæla á Voxbotn 29. juni, ikki vildi “standa á palli saman við einum skemmara”.

Danskir miðlar skrivaðu í gjár, at Tessa hevur í hesum sambandi avlýst tvær konsertir – harav tann eina er á Voxbotn, har hon skuldi spæla saman við The Antonelli Orchestra – men hon kemur til Føroya kortini.

Fyriskipararnir av Voxbotn, Vox Entertainment, siga við FM1, at Tessa verður at hoyra á ársins Voxbotn, og at hon kemur til Føroya við egnum bólki. Hon hevur bara avlýst at spæla saman við The Antonelli Orchestra.

Tessa sigur í samrøðu við B.T. í gjár, at hon hevur persónliga ikki havt nakrar keðiligar upplivingar við hesum ítøkiliga liminum í bólkinum, The Antonelli Orchestra, Claes Antonsen.