Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sóu aftur grind í Vágsfirði

Talan er um sama bólk, sum hevur verið har seinastu dagarnar

Í gjár sóu fólk aftur eina grind í Vágsfirði, men skjótt varð staðfest, at talan var um somu lítlu grind, sum bleiv sædd fyri nøkrum døgum síðan, so hon sleppur at hava frið, meðan hon hevur grindast inni í firðinum.

Løgreglan hevur aftur tikið nummarplátur í nátt, og tað blivu til fimm-seks sett av nummarplátum, ið vórðu tiknar í nátt vegna skattaeftirstøður, tryggingar og annað.

– Men nú eru ikki nógvar nummarplátur eftir á listunum, sum vit fingu frá Akstovuni, men longu 1. juli fáa vit teir nýggju listarnar, so hetta kann vera ein áminning til fólk um at fáa hesi viðurskifti í rættlag, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi í morgun.

Í hesum døgum verður arbeitt í Norðoyatunlinum, sum gongur fyri seg um náttina. Tí verður ferðslan leidd gjøgnum tunnilin ávís tíðspunkt, og í samband við hetta, so hendi eitt lítið ferðsluóhapp inni í tunlinum í nátt, beint yvir midnátt. Ein bilur rendi í reyvina á bilinum frammanfyri, tí viðkomandi helt ikki neyðuga frástøðu til bilin frammanfyri.

– Bilarnir fingu smávegis av skaða, men eingin mansskaði hendi, upplýsir vaktleiðarin.

Ferðsluátak var eisini í Suðuroy í gjár, og har vórðu tríggjar sakir skrivaðar upp.