Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Trý minusóparaskip til Føroya

Fara at gera smærri leitivenjingar og royna útgerð

Í dag koma trý skip úr NATO-minusóparabólkinum SNMCMG1 (Standing NATO Maritime Countermeasure Group One) til Føroya.

Tað sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Talan er um eitt týskt, eitt franskt og eitt estiskt skip.

Í dag, fríggjadagin og týsdagin kann roknast við at síggja skipini millum oyggjarnar, har tey gera smærri leitivenjingar og royna útgerð.

Um vikuskiftið liggja tey trý skipini við bryggju í Havn.

Onnur skip úr sama bólki vóru í Føroyum í fjør.