Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Annika Fríðheim Petersen aftur til danskan hondbólt

Hevur gjørt sáttmála við EH Aalborg, sum júst er flutt upp í bestu deildina

– Eg kenni á mær, at EH Aalborg er tað rætta staðið fyri meg. Eg haldi, at hetta er eitt felag, har eg fái møguleika at menna meg enn meira í einum góðum hondbóltsumhvørvi. Endamiðið og rammurnar her passar væl til mín, og eg síggi fram til at gerast ein partur av liðnum.

Tað sigur 25 ára gamla Annika Fríðheim Petersen við Facebook-síðuna hjá felagnum, nú hon skal spæla við EH Aalborg komandi kappingarár.

Føroyski málverjin, sum verður at síggja til EM-endaspælið í desember, kemur úr norsku Follo HK.

Áður hevur staðið í mál fyri Nykøbing F. Håndbold, sum var í hálvfinaluni í donsku kappingini í fjør. Felagið væntar sær eisini nógv av nýggju málverjanum.

– Vit hava funnið ein málverja, sum passar væl til okkara spæl og mentan. Vit kenna hana sum ein hartarbeiðandi og málrættað hondbóltsspælari. Eg gleði meg nógv at styrkja liðið við Anniku í mál, sigur venjarin í EH Aalborg, Peter Jagd, við Facebook-síðuna hjá EH Aalborg.