Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dugni fingið nýggj høli í Suðuroy

Dugni flytur nú inn í Pakkhús 5 á Tvøroyri

– Tað er lívsjáttandi at síggja, hvussu starvsfólkini á Dugna nýta umvælingina sum ein lið í arbeiðsbúgvingini hjá næmingunum, og tað verður spennandi at síggja, hvussu nýggju og vælvirkandi karmarnir fara at mynda virksemi hjá Dugna í oynni frameftir.

Tað sigur landsstýriskvinnan í Almenna- og mentamálum, Sirið Stenberg, nú starvsfólk og næmingar á Dugna eru í holt við at innrætta hølini í samráð við Tvøroyrar kommunu.

Nýggju hølini rúma einum timburverkstaði, einum kreativum verkstaði, eini kafé og handilsvirksemi, og fólk kunnu støkka inn á gólvið til ein kaffimunn. Pláss er fyri 12 næmingum í arbeiðsbúgving í senn.

Játtanin til Dugna varð á fíggjarlógini fyri 2024 hækkað við 400.000 krónur, so Dugni kundi flyta inn í nýggj høli í Suðuroynni, og virksemið kundi koma í eina trygga legu í oynni.