Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Íbúða- og vinnubygning við parkeringskjallara í Bøkjarabrekku í Havn til hoyringar

Fólk kunnu nú gera viðmerkingar til serstaka byggisamtyktina fyri íbúða- og vinnubygning við parkeringskjallara í Bøkjarabrekku

Uppskotið er gjørt í samband við ætlanir um at byggja íbúða- og vinnubygning við parkeringskjallara í økinum við Bøkjarabrekku í Havn.

Tilfar, sum lýsir uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á síðuni hjá Tórshavnar kommunu og í Snarskivuni í Havn frá í dag, 14. juni 2024 til 16. august 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. august 2024.

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. mai 2024 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 410a, 411d, 413a og 413b, Tórshavn.