Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdu ov skjótt í Leirvík

Tveir bilførarar fingu treytaða frádøming

Tíðliga fyrrapartin í gjár var løgreglan úti við lasaranum og kannaði ferðsluna í Leirvík, og tað vóru seks bilførarar, ið vórðu skrivaðir niður í svørtu bók.

Í alt seks bilførarar blivu tiknir fyri ferð. Fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið umframt bót, tí teir koyrdu millum 49 og 51 kilometrar um tíman í øki, har tað bert er loyvt at koyra 30 kilometrar um tíman.

Tveir bilførarar fingu treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra 54 og 55 kilometrar um tíman, og skulu tí taka koyrikortið umaftur fyri ikki at missa tað heilt.