Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mette: Eg havi tað okey

Danski forsætisráðharrin var fyrstu ferð til eitt alment tiltak í dag, eftir at hon fyri viku síðan varð álopin av einum manni á Kulturtorvinum í Keypmannahavn

– Tað er deiligt at síggja tykkum her á Bornholm í dag. Eg havi tað okey, men eg eri ikki heilt meg sjálva enn.

Tað sigur danski forsætisráðfrúuna, Mette Frederiksen, á Fólkafundinum í Allinge á Bornholm í dag, nú hon vísir seg alment fyri fyrstu ferð, síðan hon varð skumpað umkoll av einum 39 ára gomlum manni úr Póllandi fyri einari viku síðan á Kulturtorvinum í Keypmannahavn.

Á fólkafundinum langaði hon eisini eftir harða tónanum, sum er á sosialum miðlum, ið, sambært henni, bara gerst harðari og harðari.

Álopið fekk forsætisráðfrúuna at avlýsa øll tiltøk seinasta sunnudag í samband við valið til evropatingið.

– Tað er hent okkurt. Hvørja ferð, at okkurt hendir, so kemur tað eitt sindur meira verja, segði Mette Frederiksen, tá hon mátti pressuni til stuttar samrøður týsdagin.

Nógvir trygdarvaktir eru til staðar í Allinge á Bornholm, nú danska forsætisráðfrúan aftur vísti seg alment fyri fyrstu ferð, síðan hon varð álopin fyri viku síðan (Mynd: DR/skíggjamynd)