Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rósa: Tað kemur eingin umbering frá mær

– Eg fari ikki at koma við einari umbering til Kristin Michelsen, sigur Rósa Heinesen

– Eg havi úttalað meg sum borgari í Tvøroyrar kommunu, og ikki sum rektari. Eg fari ikki at koma við nakrari umbering, tí har er einki at umbera.

Tað sigur Rósa Heinesen í samband við, at borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, vildi hava eina treytaleysa umbering fyri yvirskriftina, sum Rósa brúkti í einum lesarabrævi við heitunum “Kommunusamanlegging: ein fallos og annar”.

Lesarabrævið skrivaði hon í samband við kommunusamanleggingina millum Hvalbiar og Tvøroyrar kommunu, har fólkaatkvøða verður um málið leygardagin, men eisini um komandi útbyggingina hjá Varðanum á havnarlagnum á Tvøroyri, har millum annað ein 60 metra høgur skorsteinur skal byggjast.

Einki at fara eftir
Tveir royndir sakførarar siga, at útsøgnin við yvirskriftini “Ein fallos og annar” er innanfyri mark, tá tað kemur til skrivi- og talufrælsi.

– Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, fær neyvan viðhald í tí, at talan er um eitt ærumeiðandi lesarabræv, ella at onkur fer út um sítt talu- og skrivifrælsi, sigur Christian Andreasen við Kringvarpið.

Jógvan Páll Lassen sigur við in.fo, at hann mátti lesa lesarabrævið hjá Rósu Heinesen umaftur, tá hann hoyrdi Kristin Michelsen í útvarpinum á døgurða í gjár.

– Eg mátti vita, at um tað var okkurt, sum eg hevði yvirsæð, men tað var tað ikki. Hon kann vera púra rólig, tí har er einki at koma eftir, sigur advokaturin, sum als ikki heldur, at hetta yvirhøvur verður eitt mál í rættinum.

– Og verður tað eitt mál, so verður stuttligt at vera verji hjá Rósu Heinsen, tí har eru slett einki injurerandi í upp á nakran máta, sigur hann við in.fo.