Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjúrður: DTU tekur útboðstilfarið aftur

Tað er líkt til, at Mest sleppur kortini at bjóða upp á uppgávuna, nú Danmark skal hava nýtt havrannsóknarskip

– Tosaði við ein leiðara á Danmarks Tekniske Universitet. Skal ikki siga hvat bleiv sagt, men hann fortaldi, at útboðstilfarið í samband við útbjóðing av nýggjum havrannsóknarskipið verður tikið aftur, og nýtt útboðstilfar verður sent út. Tað vóru dagsins bestu tíðindi.

Tað sigur Sjúrður Skaale, nú hann er staddur á fólkafundi í Bornholm í hesum døgum, í samband við, at Mest ikki kann bjóða upp á verkætlanina, tí har er eitt krav, ið er ófrávikiligt.

Krøvini til undangóðkenning frá tekniska háskulanum í Danmark, DTU, eru nevniliga skrúvað soleiðis saman, at Mest higartil hevur verið útilokað.

– Skipasmiðjan skal seinastu tíggju árini hava bygt eitt nøkulunda samsvarandi skip á minst 55 metrar. Jákup Sverri – sum er tað skipið í ríkinum sum minnir mest um tað, ið byggjast skal – lýkur ikki hesa treyt. Byggingin av Jákupi Sverra eydnaðist sera væl, og skipið er fagnað av øllum, sum hava roynt tað. Men tað er 54 metrar langt og harvið ein metur ov stutt, sigur Sjúrður Skaale.

Men nú er líkt til, at Mest kortini sleppur at bjóða upp á hesa uppgávuna, sambært fólkatingsmanninum.

Les eisini: