Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrrverandi enskur U21-landsliðsáleypari deyður

Hann gjørdist meistari við barndómsfelagnum í 1991, men hevur verið innlagdur við nýrabreki.

Kevin Campbell var føddur í Lambeth í London. Hann spældi sum ungdómsleikari við Arsenal og fyrstu ferð, at hann veruliga gjørdi vart við seg, var í FA Youth Cup finaluni í 1987-88, har hann skoraði hattrick fyri Arsenal, sum vann 6-1 á Doncaster Rovers.

Á fyrstaliðnum kappaðist Campbell við Paul Merson og Alan Smith, men tá felagið seinni keypti John Hartson og Chris Kiwomya fekk Campbell lítla og onga spælitíð. Samanlagt skoraði Kevin Campbell 80 mál í 224 dystum fyri Arsenal, og hevði tá verið við til at vinna meistaraheitið í 1990-91, FA Cuppina og League Cuppina í 1992-93 umframt Europa Cup fyri steypavinnarar í 1993-94.

Hann skifti til Nottingham Forest, har hann var við til at vinna næstbestu deildina í 1997-98. Umvegis turkiska Trabzonspor endaði hann hjá Everton, har hann skoraði 45 landskappingarmál í 145 landskappingardystum. Hann er 5. besti málskjúttin í Premier League-tíðarskeiðnum hjá Everton aftan fyri Romelu Lukaku, Duncan Ferguson, Tim Cahill og Dominic Calvert-Lewin. Hann gjørdist eisini fyrsti litti liðskiparin hjá Everton.

Hann spældi eisini við West Bromwich Albion og Cardiff City. Fótbóltslívsleiðin vardi í 20 ár.

Tann 2. juni 2024 kunngjørdi Everton, at Kevin Campbell var innlagdur við álvarsamari sjúku. Í dag varð so kunngjørt, at Kevin Campball hevði lagt árarnar inn, bert 54 ára gamalur.